1. Innleiðsla
Føroyagrunnurin frá 1971 (“Føroyagrunnurin”, “Norðoya Íløgufelag”, “vit”, “okkum” ella “okkara”) er ein vinnurekandi grunnur, ið hevur heimstað í Klaksvík. Endamálið hjá grunninum er at eiga partapening í P/F JFK, harumframt kann grunnurin seta á stovn og eiga vinnurekandi partafeløg. Grunnurin eigur 100% av P/F Norðoya Íløgufelag. Grunnurin letur, í tann mun fíggjarligu umstøður grunsins loyva tí, árligan stuðul sambært viðtøkum grunsins.
Sum meginregla er Føroyagrunnurin dátuábyrgdari av teimum upplýsingum vit viðgera um teg í sambandi við okkara viðgerð av stuðulsumsóknum og ognarrøkt av grunninum.
Føroyagrunnurin hevur skyldu til at tryggja trúnað, rættleika og atgongd á upplýsingum, sum vit viðgera um stuðulsumsøkjarar, samstarvspartar og starvsfólk, undir hesum eisini persónsupplýsingar. Føroyagrunnurin tekur dátuvernd í størsta álvara og arbeiðir áhaldandi fyri at verja persónsupplýsingarnar við at raðfesta trygd í øllum okkara arbeiði.
2. Samskiftisupplýsingar
Er ynski um at fáa meiri at vita um okkara dátuviðgerð av tínum persónsupplýsingum, kunnu tit seta tykkum í samband við okkum umvegis teldupost:
Teldupostur: Foroyagrunnurin@foroyagrunnurin.fo
Tú finnur fleiri upplýsingar um Føroyagrunnurin her:
Føroyagrunnurin - Foroyagrunnurin.fo
Norðoya Íløgufelag - Foroyagrunnurin.fo/umnordoyaiiogufelag
3. Okkara dátuviðgerðir
3.1. Viðgerð av stuðulsumsóknum
Endamál: Endamál við viðgerðunum er at veita stuðul samsvarandi viðtøkum grunsins.
Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu fylgja einum heimilaðum áhugamáli sambært § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini í samband við okkara viðgerð av teimum stuðulsumsóknum grunnurin móttekur frá skrásetta til vinnuútbúgvingar, ídnaðarroyndir ella aðrar viðkomandi stuðulsumsóknir.
Tey skrásettu: Vit skráseta persónupplýsingar um stuðulsumsøkjarar umframt persónsupplýsingar um onnur, ið verða send okkum saman við stuðulsumsóknunum.
Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónsupplýsingar, undir hesum navn, bústað, telefonnummar, teldupostbústað umframt upplýsingar, sum eru viðkomandi í samband við viðgerð av umsóknunum.
Kelda: Upplýsingarnar koma frá skrásetta sjálvum, tá viðkomandi skrásetur upplýsingarnar á heimasíðuni hjá Føroyagrunninum.
Varðveitslutíðarskeið: Vit goyma upplýsingarnar í 5 ár frá endanum av árinum, stuðulsumsóknin er latin okkum.
3.2. Grunsrøkt
Endamál: Endamálið við grunsrøktini er umsiting av okkara íløgum og fígging av ymsum verkætlanum.
Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu fylgja einum heimilaðum áhugamáli sambært § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini í samband við okkara umsiting og røkt av íløgum og fígging av verkætlanum.
Tey skrásettu: Vit viðgera samskiftisupplýsingar um eigarar, nevnd og møgulig starvsfólk hjá teimum feløgum vit gera íløgur í ella lata fígging til.
Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónsupplýsingar, undir hesum, navn, bústaður, telefonnummar og teldupostur, umframt aðrar upplýsingar í kunnu vera viðkomandi undir viðgerðini.
Kelda: Sum meginregla koma upplýsingar frá teimum feløgum vit gera íløgur í ella lata fígging til. Vit kunnu í sambandi ymiskt fyrireikandi arbeiði leita eftir alment atkomuligum upplýsingum.
Varðveitslutíðarskeið: Vit goyma upplýsingarnar so leingi sum vit hava eitt samstarv umframt eitt styttri tíðarskeið eftir samstarvið er endað. Samskiftisupplýsingar hjá fyrrverandi starvsfólki hjá teimum feløgum vit gera íløgur í ella lata fígging til, verða strikaðir so skjótt vit eru kunnaði um, at viðkomandi ikki longur starvast hjá felagnum.
4. Móttakarar av upplýsingum
Sum meginregla letur Føroyagrunnurin ikki upplýsingar víðari til triðjapart. Føroyagrunnurin nýtir tó útvaldar KT-veitarar í sambandi við veiting av skipanum og hýsing. Vit tryggja, at dátuviðgerðaravtalur eru gjørdar við KT-veitarar fyri at tryggja, at persónupplýsingarnar verða trygt og lógliga viðgjørdar samsvarandi dátuverndarlógini.
5. Tíni rættindi
Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi, sum Føroyagrunnurin hevur skyldu til at fylgja.
Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónsupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónsupplýsingar rættaðar. Um tú ynskir, at tínar persónsupplýsingar verða strikaðar, at Føroyagrunnurin avmarkar viðgerðina av tínum persónsupplýsingum ella nýta tín rætt til dátuflutning, ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.
6. Broytingar í hesari dátuverndarkunning
Vit gera leypandi eina endurskoðan av dátuverndarkunningini fyri at staðfesta, um hendan skal dagførast ella tillagast.
Hendan dátuverndarkunning er seinast dagførd tann 22.11.2022.
7. Kæra
Um tú ynskir at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost til foroyagrunnurin@foroyagrunnurin.fo við heitinum “til dátuverndarfólkið” og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.
Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðuna hjá dátueftirlitinum www.dat.fo.